Tjóðsavnið vil hava árin á náttúru og djóralív í lóg um Suðuroyartunnilin

Tjóðsavnið vil hava árin á náttúru og djóralív í lóg um Suðuroyartunnilin
Árin á náttúruna, og hvørjar kanningar vera gjørdar í samband við Suðuroyartunnilin, mugu ásetast í somu lóg, sum linjuføringin, sigur Tjóðsavnið í hoyringarsvari
Mynd: Hallur E. Thomsen  
 
17.12.2024 - 12:32

Tað er ov tíðliga í tilgongdini at leggja eina fasta linjuføring til ein møguligan Suðuroyartunnil, heldur Tjóðsavnið í hoyringssvari til uppskotið um Suðuroyartunnilin.

Ongar kanningar um ávirkan á náttúru ella djóralív eru gjørdar í samband við Suðuroyartunnilsverkætlanina, vísir stovnurin á. 

Men verður linjuføringin staðfest í lóg, sum løgmaður ætlar, so má eisini ásetast í somu lóg, hvussu linjuføringin kann tillagast í mun til, hvørja árin á náttúruna, linjuføringin kann fáa.  

 

Avgerð á upplýstum grundarlagi

Tjóðsavnið vísir á, at økið við Sandsvatn er eitt tað økið við flest skrásettum fuglasløgum í Føroyum seinastu 10 árini.

Men fleiri viðurskifti enn tað mugu eisini kannast, fyri at taka avgerð um vegaføringina á upplýstum grundarlagi

Og tí eigur arbeiði at fara í gongd, alt fyri eitt, sigur Leivur Janus Hansen, sum er deildarleiðari fyri djór á landi á Tjóðsavninum. 

 

Tjodsavnid_hoyringarsvar_um_Suduroyartunnilin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791