- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meira útgoldið í lønum enn í fjør
Góðar 12,7 milliardir krónur vórðu útgoldnar í A-skattaðum lønum seinasta tólv mánaða tíðarskeiðið frá desember í fjør til november í ár.
Tað skrivar Hagstovan.
Lønirnar vóru 731 milliónir, ella 6,1 prosent, størri enn sama tíðarskeiðið árið fyri.
Størsti vøkstur í lønarútgjaldingum hetta seinasta árið hevur verið í vinnugreinini "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" og næst í "Heilsu- og almannaverk". Lutfalsliga var størsti vøkstur í tí, sum eitur "List, undirhald og ítróttir".
Sum einasta vinnugrein hevði "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" eina minking í útgoldnum lønum samanborið við undanfarna tíðarskeið. Minkingin var 3 prosent ella knapt 50 milliónir krónur.
Verður hesin bólkur aftur meira útgreinaður, sæst at minkingin í krónum er serliga í uppsjóvarveiðu, har lønirnar eru 46 milliónir krónur, ella átta prosent, lægri enn undanfarna tíðarskeið, skrivar Hagstovan.
Landafrøðiliga er størsti vøksturin í lønarútgjaldingunum í Sandoy. Har er vøksturin 9,1% í mun til sama tíðarskeið í fjør. Hinvegin er lakasti vøksturin í Suðuroy, har lønarútgjaldingarnar fóru upp við 1,7%