- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ringt veður gevur ikki fráveru
Ongan ásetingar eru í kunngerð, sum leggja upp fyri fráveru hjá miðnámsskúlanæmingum, tá veðrið ávirkar samferðsluna.
Men flestu miðnámsskúlar hava talgilda undirvísing, tá næmingar ikki kunnu koma skúlan fyri veður.
Kunning um hesar mannagongdir er í nøkrum førum sett í skilhaldsreglur skúlans, og í øðrum førum latin næmingum sum onnur kunning.
Tá undirvísingin er talgild, fáa næmingarnar hetta at vita á heimasíðu skúlans og á innanhýsis samskiftispalli.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.
Hann sigur eisini, at eingin skúli eigur at seta í verk agatiltøk móti næmingum, sum hava fráveru, tí samferðslan er avlýst fyri veður.