Ivan Niclasen fær løn til august næsta ár

Ivan Niclasen fær løn til august næsta ár
Ivan Niclasen fær løn til 1.august næsta ár, umframt frítíð eftir uppsagnartíðina, nú hann er farin frá sum stjóri fyri Kringvarp Føroya
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
13.12.2024 - 18:30

Ivan Niclasen fær løn til 1.august næsta ár, umframt frítíð eftir uppsagnartíðina, nú hann er farin frá sum stjóri fyri Kringvarp Føroya.

Fráfaringaravtala varð undirskrivað í gjárkvøldi.

Sambært fráfaringaravtaluni eru partarnir samdir um, at starvið hjá Ivani Niclasen er uppsagt frá 12. desember at rokna. Tað eru níggju dagar eftir at hann fyrstuferð varð uppsagdur.

Ivan Niclasen skal somuleiðis beinanvegin úr øllum álitisstørvum, hann hevur røkt fyri Kringvarpið. 

Hóast Kringvarpsstýrið í grundgevingini fyri at siga Ivan Niclasen úr starvi segði, at stýrið hevði mist álitið á kringvarpsstjóranum, so skal Ivan Niclasen næstu tíðina vera ráðgevi hjá nýggju leiðsluni í Kringvarpinum. 

Sambært fráfaringaravtaluni verður uppgávan hjá honum at virka sum leiðsluráðgevi. Hann skal taka sær av uppgávum, sum fyribilssetti stjórin og nýggjur stjóri vísa á.

Eftir uppsagnartíð og summarfrítíð byrjar Ivan Hentze Niclasen í sínum gamla starvi sum programmfólk í Kringvarpinum. Eitt starv, hann hevur verið í farloyvi frá, meðan hann hevur verið kringvarpsstjóri.

Fráfaringaravtalan er undirskrivað av Ivani Niclasen, nú fyrrverandi kringvarpsstjóra, og Rógva Olavson, stýrisformanni í Kringvarpinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 5
185238
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 4
185233