Grótgoymslan á Velbastað er sum eitt ruskpláss

Grótgoymslan á Velbastað er sum eitt ruskpláss
Líkt er til at lendis-betranin, sum skuldi fremjast við hjálp av 200.000 kubikmetrum av gróti úr Sandoyartunlinum í haganum á Velbastað, er endað sum ruskpláss. 
Her skal tilfar úr sandoyartunlinum tyrvast, men plássið er fult av ruski
Mynd: Bárður Lydersen  
 
13.12.2024 - 18:00

"Atgongd bert við loyvi frá Tórshavnar Kommunu" 

Soleiðis stendir á skeltinum við vegin, sum er gjørdur niðan í rúgvuna av tilfari, sum er dumpað í hagan á Velbastað omanfyri vegin. 

(Myndir: Bárður Lydersen)

 

Í 2021 gjørdi Tórshavnar Kommuna avtalu við Tunnilsfelagið um at keypa grótið sum kom úr sandoyartunlinum.

Ætlanin var fyrst at gera eitt ídnaðarøki við gomlu rætt, restin skuldi tyrvast í hagan í velbastað - mold skuldi koyrast útyvir ella man kundi brúka tað til at planerað búdtaðar ella ídnaðarøki.

Men har er hvørki mold yvir ella nøkur planering. Tvørturímóti verður tú  møtt av einum fjalli av grúsi og gróttilfari, tá tú koyrir til Kirkjubøar - og hóast tað ikki sæst frá vegnum líkist tað mest einum ruskplássið, koyrir tú niðan í økið. 

Dungar av asfalt-restum, betongi, jarni og plastrøðrum liggja saman tilfarinum, sum er lagt til tyrving. 

 

Haraftrat eru eternit-takplátur, sum sannlíkt innihalda asbest burturbeint í økið. 

takplatur.jpg

Frítekst tagging: 

 

Kommunan veit ikki hvar burturkastið kemur frá, men  tey fara at handfara takpláturnar sum var tað asbest, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri í Tórshavnar Kommunu

 

Umframt møguliga skaðiligt tilfar, sum er lagt saman við tí sum skal tyrvast standa fimm  bilvrak full av ruski, hegnrestir og tangar við skaðilgum løgum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519