Lærarar skulu hava lívbjargaraprógv

Lærarar skulu hava lívbjargaraprógv
Myndugleikarnir hava sett nýggj og strangari krøv til svimjilærarar í fólkaskúlunum
 
11.12.2024 - 11:02

Treytin fyri at vera svimjilærari í dag er, at tú hevur svimjilæraraprógv og fyrstahjálparskeið. Men nú eru nýggj og strangari krøv sett til svimjilærarar. Teir skulu nú eisini hava lívbjargaraprógv, ið skal endurnýggjast á hvørjum ári.

Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroyara Lærafelags, heldur, at hetta kann føra við sær, at talið av svimjilærarum helst fer at minka. Í ringasta føri elva til, at skúlar fara at siga svimjiundirvísing frá sær.

Magnus Tausen frá Undirvísingarstýrinum sigur, at hetta verður gjørt fyri at økja um trygdina, skuldi tað verið neyðugt hjá einum lærara at bjarga einum barni.

Bergur Samuelsen og Magnus Tausen kjakaðust um evnið í morgunsendingini:

1713835

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948