Lassin við í Champions League

Lassin við í Champions League
UEFA hevur útnevnt Lassin Isaksen at vera dómaraeygleiðara til dystin í Champions League-deildarspælinum millum AC Milan og Reyðu Stjørnu
Dómaraleiðarin hjá FSF, Lassin Isaksen, hevur fingið stóra uppgávu frá UEFA
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
09.12.2024 - 11:40

Dómaraleiðarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Lassin Isaksen, hevur fingið stóra uppgávu frá UEFA. 

Evropeiska fótbóltssamgongan hevur útnevnt fyrrverandi dómaran at vera dómaraeygleiðara til dystin í Champions League-deildarspælinum millum AC Milan og Reyðu Stjørnu, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

 - Hetta man vera ein av mínum størstu uppgávum sum dómaraeygleiðari. At sleppa at vera partur av einum dysti í deildarspælinum í Champions League kennist eisini sum eitt slag av viðurkenning. Men eg ætli mær ikki at gera mun á hesari uppgávuni, samanborið við aðrar eygleiðarauppgávur, ið eg havi havt fyri UEFA, sigur Lassin Isaksen við fsf.fo.

Seinastu nógvu árini hava Lassin Isaksen og Niklas á Líðarenda, umboðandi Føroyar, røkt fleiri dómaraeygleiðarauppgávur fyri UEFA. Alt frá kappingunum hjá UEFA fyri yngri aldursbólkar, innleiðandi umførunum í Champions League, bólkaspælið í Conference League og Europa League, umframt U21 og ymsar A-landsdystir.

Men nú komið er væl áleiðis í deildarspælinum í Champions League, sum fyrr var bólkaspælið, hevur UEFA útnevnt Lassin Isaksen at vera dómaraeygleiðara í dystinum millum italska stórfelagið, AC Milan, og Reyðu Stjørnu úr Serbia.

Undan dystinum er AC Milan nummar 16 í deildini við níggju stigum, meðan Reyða Stjørna er nummar 31 við trimum stigum.

Niklas á Líðarenda skal eisini í eldin seinni í mánaðinum, tá hann verður dómaraeygleiðari í dystinum í deildarspælinum í Conference League millum svenska liðið, Djurgården og Legia Warsawa úr Póllandi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791