Maskimeistarafelagið og KAF: Nú er veitingartrygdin hjá SEV í vanda

Maskimeistarafelagið og KAF: Nú er veitingartrygdin hjá SEV í vanda
Støðan millum maskinmeistararnar og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er spent, nú einki hendir í samráðingunum. Tað kann í síðsta enda ganga útyvir veitingartrygdina hjá SEV
Tveir triðjingar av limunum hjá Maskinmeistarafelagnum arbeiða hjá SEV
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.12.2024 - 15:23

Einki hendir í samráðingunum millum Maskinmeistararnar og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. 

Sáttmálin við Kommunala arbeiðsgevarafelagið fór út gildi í oktober 2022.

Maskinmeistarafelagið krevur arbeiðstíðarreglur fyri maskinmeistararnar hjá SEV.

- Arbeiðsgevarin skal ikki leggja hald á arbeiðstíðina hjá starvsfólkið yvir alt samdøgrið og yvir alt árið, sum SEV ger.

Tað sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

 

Bech_2

Maskinmeistarar siga upp og aðrir eru hildnir uppat við at taka telefonina, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum

Tað merkir í síðsta enda, at SEV kann fáa trupult við at liva upp til sína veitingarskyldu.

 

Bech_3

 

Umleið 40 limir í Maskinmeistarafelagnum arbeiða hjá SEV og IRF, - av teimum tveir-triðjingar hjá SEV. 

Maskinmeistararnir handaðu annars krøvini í februar í ár, og síðan tá hava fimm samráðingarfundir verið, arbeiðsbólkur er mannaður og semingsroynd hevur eisni verið, men hon bar ikki á mál, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477