Eru farnir sektartúr til Barcelona

Eru farnir sektartúr til Barcelona
Eftir at hava hátíðarhildið steypasigurin í Fredrikstad, fór liðið beinleiðis til Barcelona. - Hóast nærum ongan svøvn, so er hýrurin góður, sigur Jóannes Bjartalíð
Jóannes Bjartalíð og liðfelagi avmyndaðir í skiftingarrúminum í Ullevaal
Mynd: Fredrikstad FK  
 
08.12.2024 - 18:56

Tað var ein nærum fullsettur tjóðarleikvøllur í Norra, Ullevaal, tá Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen vunnu steypakappingina hjá monnum leygarkvøldið, tá Fredrikstad og Molde hittust í finaluni.

Tað skuldi brotssparkskapping til at finna norska steypavinnaran anno 2024, og bæði Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen skoraðu báðir í brotssparkskappingini, sum skuldi til, eftir 120 málleysar minuttir í Oslo.

Fredrikstad tryggjaði sær sín tólvta steypasigur hjá felagnum, og komandi kappingarár skal liðið hjá Jóannes Bjartalíð út í Evropa at spæla.

Kringvarpið fekk orðið á Jóannes Bjartalíð, sum var staddur í Barcelona, nú Fredrikstad-liðið er farið sektartúr í spanska stórbýnum. Gjøgnum árið hevur spælarahópurin goldið ymsar bøtur, og túrurin til Barcelona var bílagdur áðrenn steypafinaluna, so tá veitslan endaði klokkan 03 í nátt, so fór Fredrikstad-hópurin avstað við bussi til flogvøllin klokkan 04.

Joannes_Bjartalid_samroda


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856