Peningastovnarnir nógv betri úrslit í fjør

Peningastovnarnir nógv betri úrslit í fjør
Vøksturin í grundrakstrinum stavar í stóran mun frá øktum nettorentuinntøkum
Úrslitið ha Føroya banka í fjør var 379 mió. kr. fyri skatt.
 
05.12.2024 - 09:34

Úrslitið fyri skatt hjá peningastovnunum í Føroyum var nógv betri í fjør enn undanfarin ár.

Framgongd í grundrakstri, kursjavning og lítlar niðurskrivingarnar eru orsøkin, skrivar Landsbankin.

Vøksturin í grundrakstrinum stavar í stóran mun frá øktum nettorentuinntøkum. 

Nettorentuinntøkur er munurin millum rentuinntøkur frá útlánum og rentuútreiðslum á innlánum. 

 

Noroya sparikassi hevði slakar 50 milliónir í avlopi fyri skatt í fjør.

 

Nettorentuinntøkurnar eru øktar seinastu tvey árini, tí peningastovnarnir hava hækkað útlánsrentuna meira enn innlánsrentuna.

Men inntøkurnar frá ómaksgjøldum eru minni.

Úrslitið fyri skatt var 379 mió. kr. hjá Føroya banka í fjør, tað var 347 milliónir hjá Betri, 48,4 hjá Norðoya sparikassa og 7,4 hjá Suðuroyar sparikassa.  
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519