- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brimheim fann kærleikan á Tinder
Helena Rebensdorff Heinesen gekk um tað mundið, hon hitti Lorri, á musikkonservatoriinum í Keypmannahavn, meðan Lorri var skiftisnæmingur á Copenhagen Business School.
Og júst hetta, at Lorri gekk á CBS, fekk Brimheim at hugsa, at Lorri kanska ikki júst var týpan, ið hon vanliga hevði farið á deyt við.
Men har var eitthvørt, sum fangaði, so hon sveipaði til høgru, og so møttust tær tann 20. mars, ið var eina viku seinri. Og løtuna, tær møttust, minnist Brimheim sera væl.
Barrin var stongd
Lorri hevði skotið upp, at tær skuldu møtast á einari ginbarr, og Brimheim, sum tá var lesandi, hugsaði, at hetta verður dýrt og typiskt CBS.
Hetta kvøldið oysti tað niður, og tá Brimheim kom til barrina, var barrin stongd.
Tær møttust kortini uttanfyri í øllum regninum, og Brimheim hugsaði beinanvegin, at hendan kvinnan og hendan kemiin er nakað heilt serligt.
Lorri sigur sjálv, at hon var rættiliga fjálturstungin, og at hon var komin á staðið einar tveir tímar frammanundan, tí hon ikki hevði tær stóru royndirnar við deyting.
“Eg kom ikki út sum samkynd, fyrr enn eg var 28 ára gomul, so hetta (Tinder) var eisini ein roynd at fáa nakrar royndir, sum eg ikki hevði fingið sum tannáringur og heilt ung”
Lorri Lin, kona Brimheim
Bæði ein lættur og stórur spurningur
Um hvat, ið tað var, sum gjørdi, at hon forelskaði seg í Brimheim, sigur Lorri millum annað, at tað er ein bæði lættur og stórur spurningurin at svara uppá, tí har er so nógv, ið tú gerst góður við.
"Brimheim er forvitin og opin, og so fer hon eisini væl við teimum, ið ikki eri farin so væl við henni. Hon hevur allar teir góðu eginleikarnar, ið tú kanst hugsa tær," sigur Lorri.
Um orsøkina til, at hon fór á Tinder, sigur Lorri, at tað var til stuttleikar og eisini fyri at royna okkurt nýtt.
“Eg kom ikki út sum samkynd, fyrr enn eg var 28 ára gomul, so hetta var eisini ein roynd at fáa nakrar royndir, sum eg ikki hevði fingið sum tannáringur og heilt ung”, sigur Lorri Lin.
"Tað er umráðandi at hittast so skjótt sum gjørligt (tá mann hevur matchað á Tinder), soleiðis at greiða beinanvegin fæst á, um hetta er tað rætta."
Brimheim, kona Lorri Lin
Tinder er ikki serliga romantiskt
"Tað er ikki nakað serliga romantiskt at sveipa á Tinder, men so skjótt sum vit høvdu hitt hvørja aðra, blómaði romantikkurin, tí vit gjørdust so forelskaðar," sigur Brimheim, sum eisini lýsir løtuna, tá tær hittust fyrstu ferð í øllum regninum, sum romantiska.
Hóast Brimheim hevði verið á Tinder í eina tíð, tá hon møtti Lorri, hevði hon ikki væntað at finna stóra kærleikan á Tinder, hóast hon er ein stórur romantikkari.
Og fýra mánaðir seinri vóru tær unnustir, og í dag eru tær giftar.
Kærleiki í fjarstøðu í eini tvey ár
Lorri mátti tó flyta aftur til USA í eini tvey ár, til hon fekk endaligt uppihaldsloyvi í Danmark, og tað er hart, sigur Brimheim.
"Vit vistu av, at tað fór at vera ein tíð, har ið vit ikki kundu vera saman, og tí investeraðu vit nógv í parlagið beinanvegin, tí vit vistu, at tað var hetta, ið vit vildu."
Spurd, hvørji góð ráð hon hevur til onnur, ið fara á Tinder, sigur Brimheim, at tað er umráðandi at hittast so skjótt sum gjørligt, soleiðis at greiða beinanvegin fæst á, um hetta er tað rætta.
Lorri er eisini umboðsfólk hjá Brimheim, og tí er tað umráðandi at seta løtur av, har ið tað ikki snýr seg um arbeiðið, men um kærleikan og parlagið.
"Vit fara ofta út at eta og ganga eisini nógvar túrar saman," sigur Brimheim.
Bjørt Lind er útbúgvin sálarfrøðingur og sexologur
Onki føroyskt orð fyri deyting
Tað eru bæði fyrimunir og vansar við talgildum deytingtænastum sum Tinder, sigur Bjørt Lind, ið er útbúgvin sálarfrøðingur og sexologur.
"Tað góða er, at tað gerst lættari at møta onkrum, og tað kann skunda undir hetta at finna ein partnara. Men samstundis er tað ein vansi, at tú eisini kanst verða snýtt ella sárað. Og um tú sveipar og sveipar og onki eydnast, kann hetta ávirka bæði sjálvsfatan og sjálvsálit skeiva vegin."
"Øll kenna øll í Føroyum, og tí er føroyski deytingmarknaðurin øðrvísi enn uttanlands. Hevur tú verið á einari miseydnaðari deyt, so er ikki óhugsandi, at tú møtir viðkomandi aftur, og tað hendir ikki í sama mun uttanlands."
Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur
Men yvirhøvur, so heldur Bjørt Lind, at tað at hava hendan online møguleikan er bara eitt eykating í tí at finna ein partnara.
"Deyting er eisini eitt rættiliga nýtt fyribrigdi í Føroyum. Øll kenna øll í Føroyum, og tí er føroyski deytingmarknaðurin øðrvísi enn uttanlands. Hevur tú verið á einari miseydnaðari deyt, so er ikki óhugsandi, at tú møtir viðkomandi aftur, og tað hendir ikki í sama mun uttanlands."
At deyting er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi í Føroyum sæst eisini aftur málsliga, tí vit hava ikki nakað rættiligt orð fyri at deyta.
Har er kortini eitt orð, sum Bjørt Lind dámar sera væl, hóast tað ikki er júst tað sama, og tað er at fjasast, sum Bjørt heldur vera eitt eitt stað millum tað at deyta og at ganga saman.
Yvirlit yvir hvørji eru tøk
Í Føroyum verða deyting-appir eisini brúktar, soleiðis at tú fært eitt yvirlit yvir, hvørji fólk eru tøk á marknaðinum, og møtir tú onkrum teirra í býnum, veitst tú, at tú kanst royna eftir viðkomandi.
Úrvalið av deytingheimasíðum og deytingappum er rættiliga fjølbroytt, sigur Bjørt.
"Umframt appir sum Tinder, Happn, Bumble, Hinge, OkCupid, Badoo, Match.com, EliteSingles og Grindr finnast nógvar appir, sum venda sær til serligar málbólkar, sum eitt nú samkynd, um tú er trúgvandi ella ikki, og um tú hevur kelidjór ella ikki fyri bara at tríva í rúgvuna."
Linda Laksáfoss og Christian Rodell
Virðisgrundarlagið hevði týdning
Linda Laksáfoss og Christian Rodell funnu hvørt annað umvegis kristnu deytingsíðuna Kristen Dating ella Seventh Heaven. Linda er klaksvíkingur, og Christian er dani, ið kemur frá Norðurjútlandi.
Linda vildi hava ein sjeik, sum ikki drakk og var trúgvandi, meðan Christian, ið var vorðin trúgvandi nakað frammanundan, helt hetta vera ein týdningarmiklan part av virðisgrundarlagnum hjá einum maka.
Linda og Christian skrivaðu saman í eina tíð. "Christian dugir væl at orða seg, sigur Linda, og hetta, at tey høvdu samskift nógv, áðrenn tey møttust, hevði stóran týdning.
Ein ordiligur sjeikur í einum ljótum regnjakka
Tey møttust online seinast í februar, og tveir mánaðar seinri kom Christian til Føroyar, og Linda fór eftir honum á flogvøllinum.
“Tað fyrsta, eg hugsaði, var, OMG, tú hevur ljótan regnjakka, men ert ein ordiligur sjeikur,” greiðir Linda frá. ,
Christian var eisini sera hugtikin av Lindu, og serliga var tað ljósa hárið, vøkru eyguni, hennara lætta lyndi, og at hon er so hjartagóð, ið hugtók hann.
“Tað fyrsta, eg hugsaði, var, OMG, tú hevur ljótan regnjakka, men ert ein ordiligur sjeikur.”
Linda Laksáfoss
Hug at royna okkurt annað
Um orsøkina til at tey fingu sær ein vangamynd á einari deytingheimasíðu, sigur Christian, at hann hevði verið á fleiri vanligum deytum, men at tað hevði ongantíð borið á mál, og nú hevði hann hug at royna hetta fyri fyrstu ferð.
Linda hevði áður havt deyting-vangamyndir, og hevði kjattað við ein vinmann hjá Christian áðrenn.
“So tá eg hitti vinfólkini hjá Christian á fyrsta sinni, so mundi eg doyð, tí eg sá, at Christian og hann vóru vinmenn”, sigur Linda flennandi.
Hjúnabandið skal røkjast, eru bæði Linda og Christian á einum máli um.
"Viðhvørt skeldast vit, men alt er ein spurningur um, at vit vilja hvørt annað og okkara hjúnaband – og tað vilja vit," siga tey.
Kanska er tað eisini vorðið ov lætt at kasta frá sær og fara frá hvørjum øðrum, heldur Christian.
"Tað kann skjótt fara at minna um elektronikkin, sum vit tveita burtur, so skjótt sum okkurt ikki riggar," sigur Christian, samstundis sum hann leggur afturat, at hetta var kanska ikki tann besta samanberingin.
Hvat: Tíðarrák
Hvar: Í útvarpinum og á KVF ljóð
Nær: Týsdag kl. 17.05, og tá tú hevur hug at lurta á KVF ljóð