Nations League-støðan: Hetta stendur upp á spæl hjá Føroyum

Nations League-støðan: Hetta stendur upp á spæl hjá Føroyum
Vit hyggja at hvat hendir, um Føroyar enda niðast í bólkinum. Grikski dómarin í kvøld er eisini eitt sindur sermerktur
Jóannes Bjartalíð kom aftur á vøllin fyri Føroyar móti Armenia í farna mánað og skeyt eitt mál, sum kendist sum - og kanska átti at verið - sigursmálið á Tórsvølli, tí hann misnýtti stóran møguleika stutt eftir hann hevði lagt Føroyar á odda 2-1
Mynd: fsf.fo/Bjarni Enghamar  
 
14.11.2024 - 12:48

Síðan Føroyar vunnu 4-0 móti Liktinstein í vinardysti í mars, hava Føroyar spælt sjey sigursleysar dystir, og tað merkir, at niðurflyting til deild D er ein møguleiki hjá føroyska A-landsliðnum við monnum.

Leingi var tó líkt til, at Føroyar fóru at fáa ein sigur í hesari Nations League-undankappingini, tá Hanus Sørensen legði Føroyar á odda 1-0 móti Lettlandi fyri einum mánað síðan. Men lettar spiltu ballið í seinna hálvleiki, tá innskifti Dario Sits ótarnaður slapp at seta bóltin í netið, so endaliga støðan gjørdist 1-1.

Føroyar hava bara spælt ein útidysti í hesari undankappingini, tá vit taptu 1-0 fyri Lettlandi í september.

Fyriuttan 4-0 sigurin móti Liktinstein, mugu vit heilt aftur til 25. september í 2022 til seinasta føroyska sigurin, tá Føroyar vunnu 2-1 heima móti Turkalandi.

Hóast vánaligu gongdina seinastu 24 mánaðirnar, kunnu føroyingar troysta seg við, at vit vóru minuttir frá einum sigri móti Armenia afturi í oktober, tá støðan var 2-1 til Føroyar. Men í yvirtíðini javnaði innskifti FC Noah-spælarin, Gor Manvelyan, til støðuna 2-2.

Endaliga støðan í deild C. Hvat hendir so?
Sum støðan er nú, eru Føroyar nummar fýra í bólki C4, sum tað eitur á UEFA-máli, við trimum stigum eftir fýra dystir. 

Verður endaliga støðan,, at Føroyar enda sum nummar fýra í bólkinum, merkir tað, at antin flyta vit beinleiðis niður, ella skulu vit spæla um niðurflyting móti eitt av liðunum, ið endar nummar tvey í bólki D.

Tað kann tykjast eitt sindur torskilt, men soleiðis er mannagongdin, tá vit kenna endaligu støðuna í deild C:

Nummar eitt í bólkinum flytur beinleiðis upp til deild B.

Nummar tvey spælir playoff-dystir móti teimum londunum, sum liggja á triðja plássi í deild B.

Nummar trý verður verandi í deild C.

Tvey av teimum niðastu londunum í øllum teimum fýra bólkunum í deild C flyta beinleiðis niður í deild D, meðan hini bæði niðastu londini í deild C skulu spæla um niðurflyting móti liðunum, sum eru nummar tvey í deild D.

Í playoff-dystunum vera lið úr hægri deildunum vertir fyri seinna dystinum, har vinnararnir av hesum dystum verður verandi í deildini, meðan tapandi liðið spælir í deild D í komandi Nations League-undankapping.

Støðan í okkara bólki:
 

 

Enn eru Føroyar bestar av teimum fýra londunum í deild C, ið eru niðast í bólkinum, men hetta kann skjótt broytast.

Aserbadjan, sum er ringast fyri, spælir leygarkvøldið heima móti Estlandi. Vinnur Aserbadjan, so kann tað vera, at Estland endar niðust í bólkinum, og so kann málmunur gerast avgerandi. Estland hevur trý stig, men í løtuni -5 í málmuni.  

Liðini, sum er nummar fýra, í teimum fýra bólkunum í deild C:

 

Grikskur dómari
45 ára gamli Anastasios Sidiropoulos úr Grikkalandi er dómari í landsdystinum í kvøld, Polychronis Kostaras og Lazaros Dimitriadis verða hjálpardómarar, meðan Ioannis Papadopoulos verður fjórði dómari í dystinum, skrivar almenna heimasíðan hjá UEFA.

Til dagliga dømir Anastasios Sidiropoulos í bestu griksku deildini, men hann hevur í heyst eisini verið gestadómari í bestu fótbóltsdeildini í Saudiarabia.

Anastasios er føddur í grikska býnum Drama, og tað sæst aftur í teimum dystum, ið hann hevur dømt í heyst, tí í 10 dystum hevur hann givið ikki færri enn 52 gul kort, fimm reyð kort og dømt fýra brotsspørk.

Í september dømdi hann millum annað Nations League-dystin millum Bulgaria og Norðurírland, og tá hevði hann ostaflísuna sjey ferðir á lofti.

Til dagliga arbeiðir Anastasios sum løgreglumaður á griksku feriuoynni Rodos, so hann er nokk vanur við at halda skil á.

Eisini er vert at nevna, at tveir fjepparabólkar hjá armenska landsliðnum - The First Armenian Front og Red Eagles - geva ilt av sær í dag, tí seinastu dagarnar hevur tað verið ógjørligt at keypa atgongumerki til landsdystin í kvøld, og tí er ivasamt, hvussu nógvir áskoðarar vera til dystin í kvøld.

Kringvarpið vísir dystin, og vit byrja at senda frá klokkan 16:30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477