Páll byrjar inni

Páll byrjar inni
Fyribils landsliðsvenjarin hevur koyrt Teitur Gestsson í mál, og Páll Klettskarð upp í topp
Páll Klettskarð er aftur á landsliðnum eftir ein steðg, og hann byrjar inni í kvøld móti Armenia
Mynd: fsf.fo/Hans Erik Danielsen  
 
14.11.2024 - 16:14

Eyðun Klakstein sum, saman við Atla Gregersen, stendur á odda fyri føroyska liðnum tveir teir næstu dystirnar hevur valt sínar fyrstu ellivu í útidystinum móti Armenia.

Liðið móti Armenia í dag sær soleiðis út (5-4-1): Teitur Gestsson – Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø og Viljormur Davidsen, ið er liðskipari – Jóannes Bjartalíð, Brandur Olsen, René Shaki Joensen og Adrian Justinussen – Páll Klettskarð.

Á bonkinum sita Bárður á Reynatrøð, Mattias Lamhauge, Arnbjørn Svensson, Jann Benjaminsen, Ási Dam, Noah Mneney, Hanus Sørensen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Poul Kallsberg, Meinhard Egilsson Olsen og Petur Knudsen.

Undan dystinum í dag er Norðurmakedónia fremst í bólkinum við tíggju stigum, nummar tvey og trý eru Armenia og Lettland, sum hava fýra stig í part, meðan Føroyar eru á fjórða plássi í bólki C4 í UEFA Nations League við trimum stigum.

Tá Føroyar og Armenia møttust á Tórsvølli fyri einum mánað síðan, gjørdist úrslitið ein javnleikur 2-2, eftir at Armenia fekk útjavnandi málið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

Málskjúttarnir hjá Føroyum vóru tá Jann Benjaminsen og Jóannes Bjartalíð.

Sjónvarpið vísir dystin, og vit byrja at senda klokkan 16.30.

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791