- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ja ella nei á middegi um semingsuppskot
Ja ella nei á middegi um semingsuppskot
Semingsroyndin var stutt hesa ferð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
08.11.2024 - 06:28
Á middegi skulu Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið svara Semingsstovninum, um tey taka undir við semingsuppskotinum, sum tey fingu í gjárkvøldið.
Semingsroyndin var stutt hesa ferð.
Hon var mikudagin og í gjár.
Semingsstovnurin var boðsendur 31. oktober.
Starvsfelagið hevur givið álitisfólkum á sáttmálaøkjunum hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagnum fundarboð klokkan tíggju fyri at kunna tey um semingsuppskotið.
Álitisfólkini avgera tó ikki, um felagið skal taka av.
Tað ger nevndin einsamøll.
Freistin at boða frá arbeiðssteðgi, um annar ella báðir partar ikki taka av semingsuppskotinum, er 48 tímar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV