- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka støðu til semingsuppskot í morgin
Semingsroynd hevur verið í allan dag millum Starvsfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin. Klokkan seks í kvøld var komið hartil, at Terje Sigurðsson, semingsmaður, kundi leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar at taka støðu til. Partarnir hava fingið freist til á middegi í morgin at taka støðu til semingsuppskotið. Tað vil siga antin at góðtaka ella vraka tað.
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hevur boðsent øllum álitisfólkum hjá felagnum á fund í Smæruni í Havn fyrrapartin í morgin. Har skulu tey umrøða semingsuppskotið, áðrenn nevndin tekur endaliga støðu til tað.
Sáttmálin fór úr gildi 1. oktober, og síðani hava partarnir havt seks samráðingarfundir. Men 31. oktober slitnaðu samráðingarnar, semingsstovnurin var boðsendur, og nú er semingsuppskot orðað.