Fýra vilja vera skúlastjóri á Giljanesi

Fýra vilja vera skúlastjóri á Giljanesi
Annbritt Toftegaard, sum hevur verið skúlastjóri í nógv ár, hevur valt at fara í annað starv
Skúlin á Giljanesi.
 
05.11.2024 - 08:10

Fýra umsóknir komu til skúlastjórastarvið í skúlanum á Giljanesi, skrivar Skúlablaðið.

Annbritt Toftegaard, sum hevur verið skúlastjóri í nógv ár, hevur valt at fara í annað starv.

Starvið sum skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi verður sett frá 1. desember ella sum skjótast eftir tað.

Í skúlanum á Giljanesi eru 315 næmingar og 36 starvsfólk.

Skúlin hevur eisini sertilboðið Pallin við 24 næmingum.

Pallurin er skipaður saman við Sørvágs skúla.

Og skúlin hevur Virkisbreytina, sum er felags verkætlan saman við Vága kommunu fyri børn við skúlaaftran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. november
Orðaval - ensk ávirkan á føroyskt
183203
Mikudag 6. november
Skratsj 30. oktobur 2024
183185
Mikudag 6. november
Góðan morgun Føroyar
183177
Mikudag 6. november
Morgunlestur mikudagur 6. november 2024
183012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172
Týsdag 5. november
Veðrið
183155
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125
Sunnudag 3. november
Við Gutta á fjalli
183008