Eyðun kunnger sínar mans

Eyðun kunnger sínar mans
Mánadagin fyrrapart fer Eyðun Klakstein at kunngera hópin til UEFA Nations League-dystirnar, sum seinni í mánaðinum verða á útivølli móti Armenia og Norðurmakedónia
Eyðun Klakstein hevur ábyrgdina av tveimum teimum síðstu A-landsdystunum í ár
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
03.11.2024 - 14:17

Mánadagin fyrrapart fer Eyðun Klakstein, sum tók við sum venjari hjá A-landsliðnum í fótbólti, tá Håkan Ericson varð uppsagdur, at kunngera sín fyrsta hóp.

Á skránni í næstum eru Nations League-dystirnir ímóti Armenia og Norðurmakedónia, sum eru teir seinastu í hesi kappingini. skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Nú tvey umfør eru eftir at spæla í verandi UEFA Nations League kapping, er Norðurmakedónia fremst í bólkinum við 10 stigum. Nummar tvey og trý eru Armenia og Lettland við fýra stigum í part, meðan Føroyar eru á 4. plássi við trimum stigum.

Enda Føroyar aftastar í bólkinum verður antin niðurflytingardystur ella beinleiðis niðurflyting til deild D, so nóg mikið er at spæla fyri. 

Skráin

Hósdagin 14. nov.
Kl. 17:00 Armenia – Føroyar í Jerevan

Sunnudagin 17. nov.
Kl. 14:00 Norðurmakedónia – Føroyar í Skopje

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856