- Ukrainska fólkið hevur uppiborið limaskap í ES og NATO

- Ukrainska fólkið hevur uppiborið limaskap í ES og NATO
Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, í røðu á samkomu hjá Norðurlandaráðnum í íslendska Alþinginum í dag
Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, avmyndaður saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelensky, í Altinginum í dag
Mynd: RÚV  
 
29.10.2024 - 18:25

- Sterka ukrainska fólkið hevur uppiborið eitt ættarlið av friði, at liva, at menna okkara mentan og at hava frítt at deila við heimin tað, sum ger Ukraina serstakt. Ikki ein fyribils steðg á ræðsluni, sum Russland, Putin og hansara ágangur hava slept leysum. Heldur ikki nøkur ár í stilli áðrenn næstu russisku innrásina. Og ikki eitt lív undir viljanum hjá onkrum galningi í Kreml, segði ukrainski forsetin.

Hann legði aftrat, at ukrainar hava rætt til sannan og varandi frið. 

- Samleiki varðveitir friðin í Evropa, og tað er orsøkin til, at Ukraina strembar eftir at vera partur av hesum samleika. Okkara fólk, okkara tjóð, hava uppiborið at sleppa upp í ES og NATO, segði Volodymur Zelensky m.a. á fundi í Norðurlandaráðnum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366