Fleiri vikur til fleiri

Fleiri vikur til fleiri
Nakrar broytingar á veg í barsilslógini
Nakrar broytingar eru á veg í barsilslógini.
 
29.10.2024 - 06:37

Fólk, sum fáa fleirburðar, tvíburðar ella fleiri børn, eiga at fáa fleiri vikur í  barsilsfarloyvi at halda samstundis.

Tað er ein broytingin, sum er á veg í barsilslógini.

Umhvørvismálaráðið hevur sent til hoyringar uppskot um nakrar broytingar í barsilslógini.

Ein onnur broyting er, at foreldur, sum ættleiða, eiga at fáa fleiri vikur.

Eitt uppskot er at leingja barsilsfarloyvið, tá barnið er innlagt.

Fólk, sum hava fyribils staðsett barn, kunnu fáa barsilspengar.

Fyribils staðseting steðgar, tá Familjufyrisitingin gevur loyvi til ættleiðing, ella rætturin avger, at avgerðin hjá Familjufyrisitingini um ættleiðing verður sett úr gildi.

Hámarksgjaldið javnað

Og so er uppskot um at javna árliga hámarksgjaldið.

Javningarprosentið fyri hámarksgjaldið verður útroknað sum miðaltalið av prosentvísu broytingini í lønarkarminum og prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum. 

Umhvørvismálaráðið sigur, at ásetingar um fleksiblan barsil ikki eru við í hesum uppskotinum.

Men arbeiðið við teimum heldur fram. Uppskotið kemur helst eftir ársskiftið.

Umhvørvismálaráðið væntar ikki, at broytingarnar krevja, at inngjaldið til Barsilsskipanina hækkar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519