2.143 ávísingar til Barna- og ungdómspsykiatriina í 15 ár

2.143 ávísingar til Barna- og ungdómspsykiatriina í 15 ár
ADHD og/ella ADD er orsøkin til helvtina av ávísingunum
Í fjør vóru 360 ávísingar til Barna- og ungdómspsykiatriina, og higartil í ár eru 236 ávísingar.
 
29.10.2024 - 08:23

Nógv fleiri børn og ung verða ávíst til Barna- og ungdómspsykiatriina nú.

Fyrstu tølini eru frá 2010. Tá vóru 204 ávísingar.

Í 2013 til dømis vóru 68, sum er minsta talið síðani 2010.

Í fjør vóru 360, og higartil í ár eru 236 ávísingar.

Hesi 15 árini eru tilsamans 2.143 ávísingar til Barna- og ungdómspsykiatrini, 929 gentur og 1.214 dreingir. 

ADHD og/ella ADD er orsøkin til helvtina av ávísingunum.

Tølini eru í svari frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann.

 

Bárður á Lakjuni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tekin um mistrivnað

Hon sigur, at vaksandi talið kann vera tekin um mistrivnað hjá børnum og ungum.

Men tað kann eisini vera tekin um, at frammanundan var ikki nakað tilboð til hesi børnini og ungu í føroyska heilsuverkinum, sigur landsstýriskvinnan.  

Bárður á Lakjuni spurdi um skíggjanýtslu.

Margit Stórá svarar, at gransking sigur, at skíggjanýtsla hevur samansetta og fjølbroytta ávirkan á sálarheilsuna hjá børnum og ungum.

Sambært Sjúkrahúsverkinum kann hendan ávirkanin bæði hava gagnliga og skaðiliga ávirkan. 

 

Margit Stórá. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ovurnýtsla

Sambært Sjúkrahúsverkinum bendir gransking á, at ovurnýtsla kann setast í samband við sálarligar trupulleikar.

Teir eru depressión, angist, ADHD-líknandi eyðkenni, svøvnólag, avbjóðingar við sjálvsvirðinum og kropsmynd, at vera bundin av skíggjanýtslu og sosial avbyrging.

Heilsustýrið orðar eitt tilmæli um skíggjanýtslu, sum verður liðugt í desember, sigur Margit Stórá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878