Seta nýtt landsstýrisfólk seint í næstu viku

Seta nýtt landsstýrisfólk seint í næstu viku
Løgmaður umsitur í løtuni málsøkini, sum Ingilín D. Strøm hevði í landsstýrinum
Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
25.10.2024 - 11:44

Nýtt landsstýrisfólk verður ikki sett fyri Ingilín Didriksen Strøm fyrr enn seint í næstu viku.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum.  

Hann vil ikki gera bandaða samrøðu við útvarpið, men í skrivligum boðum sigur hann, at "Javnaðarflokkurin fer undir tilgongdina at velja nýtt landsstýrisfólk í seinnu helvt av næstu viku."

Aksel V. Johannesen, løgmaður, umsitur í løtuni málsøkini, sum Ingilín Didriksen Strøm hevur umsitið. Tað eru millum annað umhvørvismál og orkumál.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977