- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fráfarandi Posta-stjórin fær løn í hálvt ár og 200.000 kr. í bonus
Hóast hann sjálvur segði upp eftir bara 10 mánaðum í starvi, so fær fráfarandi stjórin á Posta løn í hálvt ár og 200.000 krónur í bonus.
- Tað er innan fyri karmin av stjórasáttmálanum, sigur Jóan Magnus Rasmussen, nevndarformaður.
Hans Jákup Langgaard segði seg brádliga úr stjórastarvinum á Posta, sum hann bara hevði sitið í síðani 1. desember í fjør.
Dagin eftir verður landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum varðar av Posta, Bjarni Kárason Petersen, kunnaður um støðuna.
Joen Magnus Rasmussen.
Kom óvart á
Á kunnandi fundinum við landsstýrismannin upplýsir nevndarformaðurin í Posta, Jóan Magnus Rasmussen, at uppsøgnin er komin óvart á nevndina, og at tað kom illa við, at stjórin nú fer frá. Tí arbeiðið at tillaga raksturin hevur gingið eftir ætlan.
Á fundinum verður eisini upplýst, at ein avtala er gjørd við stjóran, sum nú hevur sagt upp, og at henda avtala er innan fyri karmin av stjórasáttmálanum.
Jóan Magnus Rasmussen sigur soleiðis um avtaluna, hann gjørdi við Hans Jákup Langgaard:
Stjórin fær altso bæði løn í seks mánaðir, frá 1. november at rokna, umframt bonus - sjálvt um hann sjálvur valdi at siga upp, og nevndin annars var nøgd við hansara arbeiði.
Bæði uppsagnarløn og bonus stóðu í stjórasáttmálanum:
Jóan Magnus Rasmussen vil tó ikki upplýsa, hvat mánaðarlønin er hjá nú fráfarandi stjóranum í almenna partafelagnum Posta.
Spurdur, um tað er gott fyri Posta, at stjórin sjálvur sigur upp, og kortini fær seks mánaðarlønir og 200.000 krónur í bonus við sær, svarar nevndarformaðurin soleiðis: