Bygdarkongurin stingur knívin í slíðran

Bygdarkongurin stingur knívin í slíðran
VIKUGESTURIN: Gerhard Lognberg hevur verið borgarstjóri í Skopun í meira enn 30 ár. Nú stillar hann ikki uppaftur
Gerhard Lognberg við knívinum í tunlinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.10.2024 - 12:58

- Eg kann vera nokk so knappsintur, men eg havi eisini altíð dugað at biðið um umbering.

Gerhard Lognberg er ein bygdarkongur. Hann var valdur í Skopunar bygdarráð í 1984, hann gjørdist borgarstjóri 1. januar 1993 og hevur sitið við valdið síðan uttan íhald. 

Hann viðgongur, at hann nokk ikki kundi verið annað enn borgarstjóri.

Nú takkar Gerhard fyri seg. Hann heldur seg vera ov gamlan til halda fram, og hann vil brúka tíðina saman við familjuni.

Gerhard skrivar nú eina bók, har nakrir sannleikar koma fram, sum hann málber seg.

Hoyr samrøðuna við Gerhard Lognberg, sum var vikugestur í Vikuni.

1702038

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Týsdag 15. oktober
Mono - Føroysk táttayrking (1:5)
182095
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907