Arbeiðspláss skulu læra at siga sína søgu

Arbeiðspláss skulu læra at siga sína søgu
Starvssøkjandi leita ikki bara eftir viðkomandi og spennandi størvum, men eisini eftir arbeiðsplássum, sum liva upp til síni krøv, ynski, samleika og virði
 
07.10.2024 - 10:28
1700892



Arbeiðsloysið er mest sum einki í landinum, og tað hevur við sær, at kappingin um starvsfólkini er stór.

Støðan hjá teimum, ið søkja starv er hinvegin góð, tí tey kunnu í stóran mun velja og vraka millum størv og arbeiðspláss.

Í hesi støðu hevur arbeiðsgevarin nøkur amboð, sum kunu vera avgerðandi fyri, um arbeiðssøkjandi velur til ella velur frá.

Av tí sama er Employer Branding eitt hugtak, sum vinnur seg fram, sigur Allan Dalsgarð, ið rekur starvsfólkaportalin, Alfred.

Arbeiðspláss, sum eru tilvitað um Employer Branding og duga væl at fortelja søguna um seg sjálvi, hava tískil munandi betri møguleikar fyri at fáa nógvar og góðar umsóknir til teirra størv enn arbeiðspláss, sum gera minni burturúr hesum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652