- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hví kann umsorgan ikki mátast?
- Vit hava eitt av heimsins ríkastu samfeløgum, men fólkið hevur ongantíð trivist verri enn tey gera í dag, hvussu ber tað til? spyr Emma Holten í bókini 'Underskud - om værdien af omsorg'.
Ein av orsøkunum skal finnast í búskaparfrøðini, heldur hon, tí búskaparfrøðin er grundarlagið undir háttinum, vit hava skipað okkum sum samfelag. Forfedrar okkara valdu fyri fleiri hundrað árum síðan ein leist, sum hevði við sær, at alt skuldi kunna gerast upp í krónum og oyrum. Hetta hevur havt við sær, at tað, sum prísur ikki kann setast á, fellur uttanfyri virðisskipanina, og tí ikki fær nakað virði.
Til dømis umsorgan.
At vera um børnini, tá tey eru smá, at taka sær av teimum sjúku, tá teimum tørvar hjálp, og at rósa hvørjum øðrum hava eitt samfelagsligt virði, sjálvt um tað ikki kann mátast í krónum og oyrum her og nú, sigur hon og leggur afturat, at vit hava trupult við at hugsa frameftir.
- Tað gevur góða meining at hava góðar skúlar, nóg mikið av námsfrøðingum og eitt væl virkandi heilsuverk, tá tú hugsar langt. Her og nú er tað ein útreiðsla, men tú fært góðar, væl upplýstar og frískar borgarar burtur úr hesum, sum so eru við til at gera eitt væl virkandi samfelag, sigur Emma Holten og heldur fram, at vit hava lyndi til at hugsa um yvirskot sum eitt mál í sær sjálvum, og velja tí at spara har tú ikki kanst síggja yvirskotið her og nú.