Sjey prosent av barnakonum royktu í fjør

Sjey prosent av barnakonum royktu í fjør
Í fjør søgdu 40 av 569 barnakonum seg vera roykjarar, tá ið tær vóru til fyrstu barnakanning
Mynd: Savn  
 
21.09.2024 - 11:38

Tað svarar til sjey prosent. Tølini eru grundað á fráboðanir frá ljósmøðrum.

Tað sigur landslæknin í nýggjastu heilsulýsing síni.

15 av mammunum vildu ikki upplýsa, um tær royktu ella ikki.

Í 2022 søgdu 44 av 621 barnakonum seg vera roykjarar, tá ið tær vóru til fyrstu barnakanning. Tað svarar til 7,1 prosent. Og tá vildu átta teirra ikki siga, um tær royktu ella ikki.

Í fjør var miðalburðarvektin hjá børnum, har mamman segði seg roykja, tá ið hon var til fyrstu barnakonukanning, 3532 gram.

Hjá teimum, sum ikki royktu, var miðalburðarvektin 3664 gram. Tað vil siga, at børn hjá mammum, sum royktu, vigaðu í 2023 í miðal 121 gram ella 3,3 prosent minni enn børn hjá mammum, sum ikki royktu.

Nýggjasta heilsulýsingin hjá landslækanum kann lesast her

https://landslaeknin.stps.dk/Media/638624321412179298/Heilsul%C3%BDsing%202024.pdf

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859