Uttanlandsnevndin tekur undir við at yvirtaka Íleggingargrunnin

Uttanlandsnevndin tekur undir við at yvirtaka Íleggingargrunnin
Grunnurin kemur á føroyskar hendur á nýggjárinum
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaðu fyrr í ár undir avtalu um, at Íleggingargrunnurin skal á føroyskar hendur 1. januar 2025.
 
18.09.2024 - 08:43

Uttanlandsnevndini nýttist bara ein fund til uppskotið hjá løgmanni um at yvirtaka Íleggingargrunnin.

Og nevndin tekur undir við uppskotinum.  

Yvirtøkan verður 1. januar 2025.

Talan er um ríkislógartilmæli, tí lógin um grunnin er donsk.

 

Føroysk umsiting

Síðani miðskeiðis í 70-árunum hava føroyingar umsitið Íleggingargrunnin við einum stýri, har landsstýrið tilnevnir formannin ella forkvinnuna og limirnar í stýrinum og ásetir nærri reglur um, hvussu grunnurin skal rekast.

Einki verður sagt um, hvussu pengarnir í grunninum skulu brúkast, tá hann er yvirtikin.

Galdandi lóggáva um grunnin verður verandi í gildi, til føroyskir myndugleikar vilja broyta ella avtaka hana. 

Tað merkir eisini, at verandi stýri verður sitandi.

Ogn grunsins er 653 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737