Halda ikki grind til, men ætla at merkja nakrar hvalir

Halda ikki grind til, men ætla at merkja nakrar hvalir
Nóg mikið av grind er í norðurøkinum, sigur sýslumaðurin
 
16.09.2024 - 09:43

Ein lítil grind er funnin í Kalsoyarfirði í morgun.

Jacob Vestergaard, sýslumaður fyri norðurøkið, sigur, at hon verður ikki hildin til, tí fólk eiga nóg mikið av grind í økinum. 

Ætlanin er í staðin at merkja grindina, sum nú er komin inn á pollin í Klaksvík.

Fólk frá Havstovuni ætla at merkja einar 3-4 hvalir. 

Grindaformenn útvega nú nakrar bátar, sum skulu reka grindina inn á vágna í Klaksvík, har góðkend hvalvág er, og halda grindini har, til merkingin er liðug, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni.

 

Springarar

Í morgun var eisini ein bólkur av springarum sæddur út fyri Skálavík. 

Sýslumaðurin í økinum, Kristian Martin Joensen, sigur, at talan er um lítlan bólk av springarum. 

- Siður er ikki at halda springarum til í Húsavík, og tí verða teir ikki hildnir til, sigur sýslumaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119