Íslendsku meistararnir spæla kanska heimadystir á Tórsvølli

Íslendsku meistararnir spæla kanska heimadystir á Tórsvølli
Vøllurin hjá Víkingi í Reykjavík lýkur ikki krøvini hjá UEFA
Víkingur í Reykjavík hevur spurt og fingið váttan fyri, at Tórsvøllur kann leigast.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.09.2024 - 08:34

Kanska fara íslendsku meistararnir í fótbólti, Víkingur í Reykjavík, at spæla sínar heimadystir í Conference League-kappingini á Tórsvølli í Havn.

Tí vøllurin hjá Víkingi lýkur ikki krøvini hjá UEFA, og spurningurin er so, um undantak kann fáast.

Tað veit Fotbolti.net at siga.

Víkingur, sum er felagið hjá føroyska landsliðsspælaranum, Gunnari Vatnhamar, hevur spurt og fingið váttan fyri, at Tórsvøllur kann leigast.

Eisini hevur íslendska felagið longu boðað UEFA frá, at Tórsvøllur kann gerast loysnin.

 

Tríggir heimadystir

Víkingur hevur heimadystir 24. oktobur, 7. novembur og 12. desembur. 

Ein annar møguleiki er at brúka vøllin í Kópavogi, men tá skulu ljós og annað leigast, so tað fer at kosta tað sama sum at spæla í Føroyum, verður sagt. 

Spælast kann eisini á tjóðarleikvøllinum, Laugardalsvølli, men tá krevst, at hitaskipan verður løgd á vøllin fyri at fáa frostið úr honum, og slíka skipan kann Víkingur ikki fíggja einsamallur.

Tá Breiðablik spældi í fjør, vóru býráðið í Reykjavík, landið og fótbóltssambandið við í fíggingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878