Spæla ímóti Ukraina í Litava

Spæla ímóti Ukraina í Litava
Útidysturin hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti ímóti Ukraina í komandi EM-undankappingini skal spælast í Litava
Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum skal spæla útidystin ímóti Ukraina í Litava
Mynd: Norðurmakedónska hondbóltssambandið  
 
10.09.2024 - 13:59

Útidysturin hjá bestu føroysku hondbóltsmonnunum ímóti Ukraina í EM-undankappingini, sum byrjar í november, skal spælast í Litava.

Síðan kríggj brast á í Ukraina, hava ukrainar spælt sínar heimadystir aðrastaðni, og soleiðis er framvegis. Nú er greitt, at heimadysturin hjá ukrainum ímóti Føroyum skal spælast í Avia Solutions Group Arena í Vilnius. Sama dag spæla Litava og Norðurmakedónia í somu høll.

Hetta er annar dysturin í undankappingini til endaspælið í Danmark, Norra og Svøríki í januar í 2026. Fyrst spæla føroysku menninir á heimavølli ímóti Kosovo. Tann dysturin er 6. november.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117