Fleiri skaðar men størri yvirskot

Fleiri skaðar men størri yvirskot
Úrslitið hjá Trygd var 8,1 mió. kr. eftir skatt í fyrra hálvári
Trygd er í Føroya banka samtakinum.
 
10.09.2024 - 05:51

Úrslitið hjá Trygd var 8,1 mió. kr. eftir skatt í fyrra hálvári.

Tað er meira enn í fjør, tá úrslitið var 4,6 milliónir.

Leiðslan er nøgd við úrslitið í ár, tí útreiðslurnar vóru størri í ár, enn tær vóru undanfarin ár.

Skaðaútreiðslurnar vóru 58,8 mió. kr., sum eru 7,5 mió kr. meira enn í fyrra hálvári í fjør.

 

Anna Holm er stjóri í Trygd.

 

Tað gerst alsamt dýrari at umvæla skaðar.

- Men vit síggja tó eisini, at prísvøksturin er komin í eina meira vanliga legu aftur, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd. 

Íløguvirksemið hjá Trygd hilnaðist væl í fyrra hálvári í ár.

Avlopið er fýra mió. kr., tíggju ferðir størri enn tað var í fyrra hálvári í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519