Mugu virða barnarættindi

Mugu virða barnarættindi
Løgtingsins umboðsmaður vísir á týdningin av Barnarættindasáttmálanum hjá ST í málsviðgerð, sum viðvíkir børnum
Hanna Vang, Løgtingsins umboðsmaður
 
08.09.2024 - 18:35

- Málsviðgerðar og myndugleikar eiga at gera eitt betri arbeiði enn tað, sum nú verður gjørt, tá tað ræður um mál, har børn eru íblandað.

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, Hanna Vang, sum setur sjóneykuna á týdningin av Barnarættindasáttmálanum í føroyskari málsviðgerð.

- Skulu vit liva upp til Barnarættindasáttmálan hjá ST, sum kom í gildi í Føroyum í 1993, so krevur tað, at ongar avgerðir verða tiknar um ella viðvíkjandi børnum, uttan at tørvurin og sjónarmiðini hjá børnum eru væl lýst, sigur hon.

Í drúgvari grein á heimasíðuni www.lum.fo vísir umboðsmaðurin á týdningin av Barnarættindasáttmálanum í málsviðgerð, sum viðvíkir børnum.

 

Her kanst tú hoyra samrøðu við Hannu Vang:

2024-09-06-Hanna-Vang

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740