Flogbóltsdeildirnar fingið nýggj heiti

Flogbóltsdeildirnar fingið nýggj heiti
Kvinnudeildin eitur Hotel Djurhuus deildin, meðan mansdeildin eitur Polestar deildin
Jenny í Heiðunum frá Hotel Djurhuus, Gunnar Nielsen frá Wenzel og Peter Hom frá Flogbóltssambandi Føroya undirskrivaðu avtalurnar
Mynd: Flogbóltsamband føroya  
 
07.09.2024 - 18:35

Besta kvinnudeildin í flogbólti eitur nú Hotel Djurhuus deildin og besta mansdeildin eitur Polestar deildin. Og tað gera tær næstu árini.

Tað varð greitt undir stórsteypadystinum í flogbólti á Sandi í dag. 

Har undirskrivaðu bestu kvinnuliðini hjá Drátti og Fleyr, Hotel Djurhuus, Wenzel, sum selur Polestar bilarnar, og Flogbóltssamband Føroya eina avtalu um bestu flogbóltsdeildirnar.

Jenny í Heiðunum frá Hotel Djurhuus, Gunnar Nielsen frá Wenzel og Peter Holm frá Flogbóltssambandi Føroya undirskrivaðu avtalurnar.

Hotel Djurhuus deildin og Polestar deildin fara av bakkastokki hin 22. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017