- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danskir pengaseðlar minni í stødd
Danski tjóðbanking fer undir eina nýggja seðlaframleiðslu í 2028 og 2029 og sambært tíðindastovuni ritzau er ein broyting, at nýggju seðlarnir verða seks millimetrar styttri.
Tó verður breiddin tann sama.
Hetta er fyri at spara uppá pappírið, sigur innkeyp- og góðskuleiðarin í danska tjóðbankanum, Daniel Krarup Rosenstrøm.
Burtursæð frá at seðlarnir verða eitt sindur styttri, verður eingin munur á pengaseðlunum - teir eru gjørdir av sama tilfari og líkjast teimum gomlu.
Seðlarnir eru gjørdir av bumulls-tægrum - og hava vatnmerkir, so teir eru ringir at falsa.
Aðrar nýggjar trygdarfyriskipanir verða gjørdar við nýggju seðlunum, men hvørjar tær eru, vil Tjóðbankin ikki út við.
Seðlarnir verða prýddir við støði í ævintýrum hjá HC Andersen, Astronomi, jarðfrøði og Thule-ransóknarferðini, meðan gjøgnumgangandi evnið á baksíðuni verður havið.