Merktir grindahvalir hava ferðast 150 fjórðingar síðan týsdagin

Merktir grindahvalir hava ferðast 150 fjórðingar síðan týsdagin
Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, vóru fyrstu náttina í Kallsoyarfirði, men hava síðan ferðast suðureftir, suður á Munkagrunnin. 
 
06.09.2024 - 19:31

Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, vóru fyrstu náttina í Kallsoyarfirði, men hava síðan ferðast suðureftir, suður á Munkagrunnin. 

Tað skrivar Havstovan á heimasíðu sínari

Hvalirnir eru nú komnir suður um Bankarennuna, í eitt øki eystur av Bankarygginum, eisini nevnt Wyville-Thomsons ryggurin. Teinurin er 150 fjórðingar.

50 hval vóru riknir úr Kallsoyarfirði og inn á sandin í Fuglafirði 3. september, har tríggir hvalir vórðu merktir. 

Umframt ein sendara, ið bert vísir knattstøður, var ein sendari festur á, ið upplýsir um atburðin, tá hvalurin kavar. 

Triðji sendarin varð festur á bakið á hvalinum, aftanvert hornið. Hesin sendarin hevur samband við ein hitamátara, ið varð førdur niður í kíkin. 

Tíðarmátingar av hitanum í kíkinum siga nakað um, nær hvalurin fær sær føði. 

Sendararnir viga millum 60 og 300 gramm. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119