Varðhaldsfongslaði maðurin vil vera latin leysur

Varðhaldsfongslaði maðurin vil vera latin leysur
Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava lopið á eina kvinnu við Sandá, hevur verið í varðhaldi síðani 28. apríl
Føroya rættur viðger varðhaldsfongslingina aftur í dag. (Savnsmynd)
 
20.08.2024 - 11:17

Á middegi byrjar rættarfundur í Føroya rætti um varðhaldsfongslingina hjá manninum, sum er skuldsettur fyri at hava lopið á eina kvinnu við Sandá 28. apríl.

Ákæruvaldið vil hava varðhaldsfongslingina longda fýra vikur.

Men tann varðhaldsfongslaði vil vera latin leysur.

Næstseinast góðtók hann, at varðhaldsfonglingin var longd fýra vikur uttan rættarfund.

Men seinast kærdi hann úrskurðin hjá Føroya rætti til Eystara landsrætt, sum tó staðfesti hann.

Maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 28. apríl.

Hann noktar seg sekan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681