- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vaktarmaður á Summarfestivalinum meldaður fyri harðskap
Fleiri siga frá keðiligum upplivingum við vaktarfólki á Summarfestivalinum í ár.
Tónleikarin Kim Hansen greiddi á sínum Facebook-vanga frá, hvussu hann var blivin slongdur niður í gólvið av einum "militantum vaktarmanni" backstage. Kim Hansen skrivar:
"Festivalurin endaði við, at eg, 20 minuttir aftaná at hava pakkað niður og lagt míni ljóðføri í bilin, bleiv slongdur niður í gólvið og pasifiseraður av einum miltantum vaktarmanni - í mínum egna backstage. Eg havi nøkur blá merki, ilt í herðunum og havi fingið pínu í eftirgjørdu mjødnina. Eg havi eisini havt ilt við at samla tankar aftan á hendingina."
Í sínum uppslagi nevnir Kim Hansen, at fleiri søgur er um, at Summarfestivalgestir eru lagdir niður og eyðmýktir av vaktunum í ár.
Meldað tilburðin
Ein teirra er Sólva Lindenskov Róadóttir, ið hevur meldað viðferðina, ið bæði hon og vermamman fingu, tá tær vóru á veg til eitt barnatiltak á Summarfestivalinum.
"Eg havi fullkomiliga mist hugin at fara á nakran festival ella tónleikatiltak, har hasir vaktirnir eru. Nú eg hugsi um tað, so havi eg mist hugin at fara á nakran festival yvirhøvur eftir skelkandi upplivingina."
Sólva Lindenskov Róadóttir meldaði tilburðin til politiið sama dag, men enn hava tey ikki hoyrt aftur frá politinum.
Hoyr Sólvu Lindenskov Róadóttir greiða frá síni uppliving: