Landsstýrið skal leggja politiska orku í orkudrykkir

Landsstýrið skal leggja politiska orku í orkudrykkir
Skal forboð setast fyri at selja børnum og ungum undir 18 ár ella undir 16 ár orkudrykkir, eigur tað at vera gjørt við heimild í matvørulógini, sum Vinnumálaráðið eigur 
Orkudrykkur millum vanligt sodavatn.
 
15.08.2024 - 05:38

Skal forboð setast fyri at selja børnum og ungum undir 18 ár ella undir 16 ár orkudrykkir, eigur tað at vera gjørt við heimild í matvørulógini. 

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann. 

Matvørulógin er ikki hennara málsøki, so hon sigur seg ætla at tosa við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum um   átøk, sum skulu verja børn og ung móti orkudrykkjum.

Landsstýriskvinnan sigur, at hon heldur tað ikki vera skilagott, at børn og ung drekka orkudrykkir.

Fyri at verja børn og ung móti orkudrykkjum, heldur Margit Stórá, at ávaringarteksturin á orkudrykkjum týðiliga og greitt eigur at siga, at talan er um ein stimbrandi drykk, sum kann ávirka sinn og likam.

Ikki er talan um leskidrykk ella ítróttadrykk, sigur hon. 

Tíggju ára gomul tilmæli

Í desember 2014 kom Fólkaheilsuráðið við tilmæli um orkudrykkir til landsstýrismannin í heilsumálum.   

Tilmælini vóru, at orkudrykkir eiga at standa fyri seg í handlunum.  

Tað eigur at vera sagt væl og virðiliga við skeltum, at í drykkjunum eru stimbrandi evni, sum kunnu vera heilsuskaðilig í  stórum nøgdum, serliga saman við rúsdrekka. 

Og mælt var frá, at ung undir 18 ár drekka hesar drykkir.

Heilsustýrið hevur boðað landsstýriskvinnuni frá, at tað stendur við hesi skjótt 10 ára gomlu tilmæli hjá Fólkaheilsuráðnum.

Tey vera dagførd í næstum, sigur Heilsustýrið.

Og Heilsufrøðiliga starvsstovan segði í 2017, at orkudrykkir ikki eru ætlaðir børnum at drekka. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109