Nicolas Satchwell verður venjarin hjá Neistakvinnunum

Nicolas Satchwell verður venjarin hjá Neistakvinnunum
Nicolas Satchwell hevur valt at siga sáttmálin upp við danska felagið Lemvig-Thyborøn Håndbold, og verður nú venjari í Neistanum
Nicolas Satchwell, ið sæst mitt í myndini, verður nýggjur venjari hjá Neistakvinnunum
Mynd: Savnsmynd  
 
14.08.2024 - 11:32

Neistakvinnurnar fáa nú nýggjan høvuðsvenjara. 

Landsliðsmálverjin hjá monnum, Nicolas Satchwell, tekur við venjarastarvinum.

Eftir ætlan skuldi føroyski landsliðsmálverjin annars skifta til danskan hondbólt, at spæla hondbólt. Men málverjin spælir ikki hondbólt næsta slaka árið, tí hann hevur slitið fremra krossbandi, skrivar portalurin. 

 

Sagt leikarasáttmála upp

Nicolas Satchwell hevur valt at siga sáttmálin upp við danska felagið Lemvig-Thyborøn Håndbold, og verður nú venjari í Neistanum.

Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2024-2025.

Neistakvinnurnar endaðu í fjør nummar 2 í grundspælinum, men taptu hálvfinalurnar samanlagt móti strandakvinnum.

Í steypakappingini spældu kvinnurnar hjá Neistanum seg í finaluna, har tær taptu móti Kyndli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117