- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harðskapur á Tórsfest: Nú verður mett um málið løgfrøðiliga
Ongin er enn skuldsettur í málinum, tá ein 20 ára gamal maður fekk brotið kjálkabeinið illað á Tórsfest hin 26. juli. Hóast tað, so hevur løgreglan ein varhuga av, hvørji fólk hava verið uppií.
Málið er nú sent til juridiska vurdering, sum tað eitur á politi-máli. Har skal ein sakførari gera eina meting av málinum.
Nógv fólk eru avhoyrd, og fleiri skulu framvegis avhoyrast.
Ongar myndir ella videobrot fingið
Løgreglan arbeiðir framvegis við at finna út av, hvat í veruleikanum hendi hatta kvøldið.
- Talan er um ein bardaga, har torført er at fáa greiðu á, júst hvat hendi, og hvør gjørdi hvat, sigur vaktleiðari, sum sigur, at frágreiðingarnar av hendingini eru sera ymiskar.
Hann sigur tó, at soleiðis sum løgreglan skilur tað, er talan ikki um, at tað skal hava verið eitt álop, har fleiri við vilja eru farin eftir einum persóni, sum fyrr hevur verið ført fram.
Løgreglan hevur biðið fólk, sum vóru á staðnum, um at senda myndir ella sjónbond av hendingini, men enn hevur løgreglan onki fingið inn.
Ongi vakmyndatól vóru á økinum.