
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viktor Solmunde kom ikki víðari

Myndirnar lugu ikki. 16 ára gamli Viktor Solmunde var sera vónbrotin og feldi eitt tár, tá tað ikki eydnaðist honum at gjøgnumføra nakað av trimum umførunum, hann hevði í innleiðandi kappingini í rullifjøl í OL.
Harvið er OL liðugt hjá unga dananum, ið hevur føroyskt eftirnavn og føroyskar røtur. Omman eitur Lisbeth Solmunde Michelsen. Viktor Solmunde hevði tryggjað sær OL-plássið sum tann 10. besti av øllum. Hann vann eisini bronsu til HM í mars í ár.
Mynd: Ritzau / Scanpix
Vónirnar vóru góðar, og sjálvur hevði Viktor Solmunde eisini sett nøsina upp móti ein plássi í OL-finaluni, men soleiðs skuldi tað ikki vera.
Tá kappast verður á rullifjøl, so hevur tú trý umfør at gjøgnumføra tína renning, men tað er ikki nógv rúm fyri feilum.
Tað eru three strikes and your out, tá kappast verður á rullifjøl. Men fyri at koma fram í oddan, so mást tú eisini taka kjansir fyri at fáa stig, so tað er ein trupul javnvág at finna.
Mynd: Ritzau / Scanpix
Í dag var bara ikki dagurin hjá unga Viktor Solmunde, sum enn hevur nógv góð ár í sær sum skateboardari. Ikki tí, tað sá lovandi út hjá honum, og hann hevur so avgjørt evnini.
Hvørja ferð hann royndi seg, datt hann av rullifjølini, og tað kostar dýrt á stigatalvuni.
Mynd: Ritzau / Scanpix