- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiið veit ikki, hvaðani Hajduk Split-viðhaldsfólkini høvdu neyðblussini
Politiið veit ikki, hvaðani Hajduk Split-viðhaldsfólkini høvdu neyðblussini
Eingin bátaeigari í Havn hevur enn boðað frá, at neyðbluss eru horvin úr bátinum, og tí veit politiið ikki, hvaðani kroatarnir høvdu neyðblussini, teir brúktu á Tórsvølli
Mynd: RSmedia / HB
07.08.2024 - 08:37
Politiið veit einki um, hvaðani kroatarnir, sum vóru til dystin millum HB og Hajduk Split hóskvøldið, høvdu neyðblussini, sum teir brúktu á Tórsvølli.
Politiið hevur biðið tey, sum eiga bát, kanna, um neyðblussini eru horvin úr bátinum.
Men eingin hevur boðað frá, sigur politiið, sum ikki veit, hvaðani neyðblussini komu.
Í sambandi við dystin á Tórsvølli var ein politistur sligin tríggjar ferðir í nakkan.
Tað verður viðgjørt sum eitt harðsskapsmál, men politiið veit ikki enn, hvør sló.
Nýggjastu sendingar í ÚV