Donsku hondbóltskvinnurnar í OL-hálvfinaluni

Donsku hondbóltskvinnurnar í OL-hálvfinaluni
Hollendsku hondbóltskvinnurnar góvu danska kvinnulandsliðnum í hondbólti skarpan gang í fjórðingsfinaluni frá morgunstundini. Tá avtornaði, vann Danmark 28-25
Gleðin var stór, tá donsku hondbóltskvinnurnar í morgun spældu seg í OL-hálvfinaluna
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.08.2024 - 10:16

Í morgun skuldu donsku hondbóltskvinnurnar tryggja sær eitt pláss í OL-hálvfinaluni.

Men tað er synd at siga, at donsku kvinnurnar høvdu fingið rætta beini úr songini í morgun. 

 

Eftir einari lítlari løtu var Holland frammanfyri 4-0, tí hollendski málverjin Yara ten Holte fullkomiliga stongdi máli, serliga fyri donsku vengrunum, fyrstu løtuna. 

Tað gav dønum nýggja orku, tá tað loksins eydnaðist Emmu Friis at minka til 4-1 frá vonginum. 

Byrjanin var sigandi fyri fyrra hálvleik, tí tá hann var hálvrunnin, so hevði hollendski málverjin bjargað yvir helvtina av donsku skotunum. 

 

Møta Noregi ella Brasilia

Men so byrjaðu donsku kvinnurnar javnt og samt at eta seg inn á Holland, og eftir nógv baks, so endaði hálvleikurin við, at Danmark var frammanfyri við einum máli, 11-10. 

Í seinna hálvleiki setti Danmark seg á dystin, og serliga Althea Reinhardt í málinum skaraði burturúr, tí hon tók púra pippið frá hollendsku kvinnunum. 

Tá avtornaði, so vann Danmark 28-25. 

 

Danmark má bíða til seinni í dag fyri at finna út av, hvørjum tær skulu spæla ímóti í OL-hálvfinaluni. Tað verður antin Noregi ella Brasilia, og tað verður hildið, at tað skal vilja illa til, um tað ikki verður Noregi. 

Donsku hondbóltsmenninir skulu í morgin royna at gera kvinnunum kynstrið eftir, tá teir spæla OL-fjórðingsfinalu mótu grannunum úr Svøríki. Dysturin byrjar klokkan 16:30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117