Svensk heimsstjørna vann OL-gull og setti heimsmet

Svensk heimsstjørna vann OL-gull og setti heimsmet
Svenski Armand Duplantis skrivaði seg í kvøld inn í søgubøkurnar, tá hann vann OL-gull og setti heimsmet í stangarlopi framman fyri 80.000 fólkum í Stade de France
Armand Duplantis hevur júst lopið upp um 6,25 metrar í stangarlopi og bæði vunnið OL-gull og sett heimsmet
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
05.08.2024 - 21:36

24 ára gamli svenski stangarleyparin Armand Duplantis er kanska størsta stjørnan yvirhøvur í frælsum ítrótti í løtuni. 

Sjáldan hevur eitt ítróttafólk verið so nógv tað besta í sínari ítróttagrein, sum Armand Duplantis er í stangarlopi í løtuni. 

Tað var nærmast givið frammanundan, at Duplantis fór at vinna OL-gull, tí hann hevur vunnið alt, ið er vert at vinna frammanundan, eisini OL-gull í Tokyo. 

Spurningurin var eitt sindur: Hvat kann svenska sensatiónin gera, sum vit ikki hava sæð áður?

Myndir: Ritzau / Scanpix

 

Feilfrítt OL-met

Duplantis leyp uttan at ríva fram til, at hann hevði sett olympiskt met og tryggjað sær OL-gullið við at varpað seg sjálvan upp um 6,10 metrar. Tað sá í grundini lætt út. 

Tá OL-gullið var í hús, setti Duplantis nøsina upp móti heimsmetinum, og bað um at fáa tvørliggjaran hivaðan upp á 6,25 metrar - altso 15 sentimetrar hægri enn OL-metið, ið hann júst hevði sett, og ein sentimetur hægri enn hansara egna heimsmet. 

 

Beinanvegin nær við

Armand Duplantis var sera nær við í fyrstu royndini, men høgri armur tók í tvørliggjaran, sum datt niður saman við svensku stjørnuni. 

Annað lopið var eitt vet verri enn tað fyrsta, og Duplantis gekk yvir til foreldrini, at tosa við tey um, hvat hann kundi gera øðrvísi.

Mamman, ið filmaði alt við einum iPaddi, vísti honum lopið og avrátt var, at renningini fram til lopið skuldi rættast til. 

Hóast øll tey um 80.000 fólkini í Stade de Francestadium stóðu og bíðaðu eftir triðju og síðstu royndini hjá Duplantis, so bað sviin um at fáa eitt sindur av eyka tíð at fyrireika seg.

 

Tók sær góða tíð

Hann settist millum hinar stangarleypararnar, fór úr skónum og tók eina vøddamýkjararullu fram, ið hann legði seg niður á, meðan hann mýkti sær ryggin og prátaði við kappingarneytarnar. 

Áskoðararnir máttu stytta sær um stundirnar við at syngja felagssang, tí allar aðrar kappingar vóru avgreiddar. 

Eftir eina løtu fór Duplantis aftur á føtur, í skógvarnar, tape'aði onkran fingur, fekk sær pulvur á hendurnar, tók stongina, og so gjørdi hann seg kláran.

Og meðan allir teir 80.000 áskoðararnir og hansara kappingarneytar klappaðu í takt, rann og leyp 24 ára gamli Armad Duplantis seg inn í søgubøkurnar, tá hann smoygdi sær upp um 6,25 metrar. 

 

Harvið setti hann nýtt heimsmest í stangarlopi. Hetta var 9. ferðin, at Armand Duplantis setti heimsmet. Einki óvanligt í tí.

 

Men at megna at seta heimsmet til eitt OL, meðan 80.000 áskoðarar í stadium og hundraðtals milliónir sjónvarpshyggjarar kring heimin sita og bíða eftir, at tú gert tað, er nakað heilt serligt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Leygardag 22. februar
Morgunlestur leygardagur 22.februar 2025
186662
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990