OY fingið nýggjan stjóra og partapening

OY fingið nýggjan stjóra og partapening
Óli Restorff Hansen hevur tikið við sum stjóri í bryggjarínum OY, og hann avloysir Lis Waagstein, ið sjálv segði seg úr starvi
Mynd: OY á Facebook  
 
02.08.2024 - 14:11

Tað gongur striltið at fáa raksturin hjá OY at hanga saman. Felagið, sum varð stovnað í desember 2020 og av álvara fór undir virksemið í 2022, hevði trý tey fyrstu rakstrarárini eitt samlað hall upp á góðar átta milliónir krónur.

Tað hevur við sær, at partapeningurin, sum var upp á 7,5 milliónir krónur, var burtur, tá roknskaparárið 2023 endaði. Tí verður í roknskapinum eisini sett spurnartekn við framhaldandi rakstur hjá nýggja bryggjarínum.

Har henda nú eisini stórar broytingar.

Í einari fráboðan til Skráseting Føroya, boðar Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður, frá, at Lis Waagstein, ið tók við sum stjóri í apríl í fjør, tá Petur Petersen fór úr starvi, er farin frá og í hennara stað er Óli Restorff Hansen komin.

 

Púra ódramatiskt

Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður, sigur, at stjóraskiftið er púra ódramatiskt, tí Lis Waagstein hevur sagt upp av privatum ávum.

Tað hevur tí einki at gera við, at OY í fjør hevði eitt hall upp á 2,8 milliónir krónur, sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður, sum leggur afturat, at Lis Waagstein gjørdi eitt gott arbeiði sum stjóri í felagnum, og undir hennara leiðslu minkaði hallið hjá bryggjarínum við umleið hálvari aðrari milliónum krónum.

Nevndarformaðurin sópar spurningin um framhaldandi raksturin hjá bryggjarínum av borðinum.

"Felagið hevur nýggjan kapital fyrr í ár, og tí er handan grannskoðaraviðmerkingin ikki viðkomandi longur. Partaeigararnir hava umlagt skuld til partapening og eisini hava partaeigararnir sett nýggjan partapening í felagið," sigur Jens Meinhard Rasmussen.

 

Tungt at byrja nýtt bryggjarí

Nevndarformaðurin leggur afturat, at tað fíggjarliga er tungt at byrja eitt nýtt bryggjarí, men tað vóru partaeigararnir í OY fullgreiðir yvir, tá felagið varð stovnað.

"Tí kom hetta ikki óvart á nakran, og soleiðis verður tað frameftir, tí vit ætla okkum at halda fram, til vit hava fingið raksturin til at hanga saman," sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095