- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mamma: "Hvar var hjálpin, tá sonurin hjá mær varð álopin?"
Evi Hallursdóttir Lejstrup er stødd í Danmark, tá sonur hennara ringir til hennara úr Føroyum hálvgum fýra um náttina.
Sonurin greiðir frá, at hann brádliga varð álopin av sjey fólkum, ið hann ikki kendi, sum millum annað brutu kjálkabeinið hjá honum.
Sambært Evi Hallursdóttir Klejstrup hjálpti eingin til, tá ein 20 ára gamal maður varð álopin á Tórsfesti, og eingin tók sær av honum aftaná. Evi undrast.
"Hvar var hjálpin? Og hví ringdi eingin eftir einum sjúkrabili ella politinum, tá sonur mín var álopin og hølvaður av á Tórsfest?" spyr hon.
Evi Hallursdóttir Klejstrup (Mynd: Privat á Facebook)
Í Føroyum í summarfrí
20 ára gamli sonur Evi var í Føroyum og helt summarfrí og var farin í býin á Tórsfest saman við einum vinmanni.
Hon ringir til ommuna, sum fer til Havnar eftir unga manninum. Hann er ikki staðkendur í Føroyum og fekk tí illa greitt frá, júst hvar hann var staddur.
Vaktirnir, sum høvdu steðgað bardaganum vóru farnir avstað aftur beinanvegin. Heldur ongin hjálp fekst frá samarittunum.
Sambært henni kom løgreglan ikki á staðið.
Teir vóru fleiri, sum lupu á unga mannin, men serliga ein gekk á odda.
Álopsmaður gekk leysur á ólavsøku
Á ólavsøku fekk Evi Hallursdóttir Klejstrup eitt sjónband sendandi, har tann, ið sigst vera álopsmaðurin, var á ólavsøku.
Evi Hallursdóttir Klejstrup spurdi løgregluna, hvussu álopsmaðurin kundi ganga leysur.
Hoyr samrøðuna við Evi Hallurdóttir Klejstrup.
Tað verður mett, at 20 ára gamli sonur Evin kann fáa varðandi mein av hendingini .