- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pápi Zeidler: Sverri má ikki vinna á okkum í París
Ein av stóru kappingarneytunum hjá Sverra Sandberg Nielsen í gjøgnum árini er týskarin, Oliver Zeidler.
Eins og miðvingurin róði Oliver 'Olli' Zeidler seg í fjórðingsfinalurnar í einskullararógving í OL. Sterki týskarin kom fremstur á mál í fimta riðli við tíðini 06:54.72, umleið 10 sekund frammanfyri næstfremsta mannin.
Tíðin hjá Sverra Sandberg Nielsen, tá hann kom á mál í riðlli seks løtu seinni, var kortini eitt vet betri, og í týsku leguni fylgja tey við og hava virðing fyri føroyinginum, hóast Oliver Zeidler helst er gullfavorittur í París.
- Síðstu ferð Sverri endaði frammanfyri okkum í kapping var í Tokyo (OL 2021, red.), og tað má sjálvandi ikki henda aftur her í París, segði Heino Zeidler við Jacob Melgaard.
Heino Zeidler er pápi Oliver Zeidler er í París og hyggur at soninum. Sverri Sandberg Nielsen hevur vunnið á týskaranum fleiri ferðir, men síðan hann gjørdi av at seta seg í aftur einskullaran fyri tveimum árum síðan, hevur Oliver Zeidler verið frammanfyri ikki bert føroyingin, men næstan allar aðrar rógvarar.
- Sverri er altíð sterkur, og hevur verið ein góður kappingarneyti. Vit hava havt tamarhald á honum síðstu árini, har vit hava vunnið á honum hvørja ferð. Vit hava hann á radaranum og vita, hvat skal til fyri at vinna á honum, segði Heino Zeidler.
- Um tað so eydnast okkum á degnum, skulu vit rógva um her í París.