Kappróðrarendabrestur: Klaksvíkingur nærkast Havnarbátinum

Kappróðrarendabrestur: Klaksvíkingur nærkast Havnarbátinum
Nógv er longu avgjørt fyri ólavsøkuróðurin í ár. Fyrstu FM-vinnararnir vórðu kosnir longu á vestanstevnu í Sandavági fyri tveimum vikum síðani, og hjá øðrum restar lítið í
Kappróðurin hjá 10-mannaførunum á Vestanstevnu.
 
26.07.2024 - 15:04

Tað skal vilja illa til hjá Klaksvíkingi á ólavsøku, vinnur hann ikki sítt fjórða FM-heiti í eitt koyr, og hitt ellinta í alt hjá 10-mannaførum.

Ger hann tað, er tað av álvara farið at styttast millum hann og Havnarbátin, sum hevur vunnið flest FM-heiti av tíggjumannaførunum. Havnarbáturin hevur vunnið trettan ferðir, og Klaksvíkingurin tíggju ferðir. Á ólavsøku er ellinta FM-heitið væntandi til Klaksvíkar.

Havnarbáturin vann sítt trettanda FM-heitið í 2008. Síðani hevur hvíta tíggjumannafarið í Havn ongan róður vunnið. Og gongst, sum tað hevur gingist seinastu árini, tá er tað bara ein spurningur um tíð, til Klaksvíkingurin hevur lagt Havnarbátin aftur um seg. 

Tað er bara einaferð komið fyri, at tíggjumannafar hevur vunnið føroyameistaraheitið fleiri enn trý ár á rað. Tað var í 70-unum. Tá var Havnarbáturin føroyameistari sjey ár í eitt koyr frá 1973 til 1979. Á ólavsøku stendur Klaksvíkingur til at vinna FM-heitið fjórða árið á rað.

Hjá 8-mannaførunum er longsta FM-sigursrøðin fýra ár. Kvívíkingur vann frá 1978 til 1981.

 

Jarnbardur

Báturin, sum hevur vunnið flest FM-heiti av øllum, er 6-mannafarið Jarnbardur hjá róðrarfelagnum Knørri í Havn. Kvinnurnar hava vunnið í alt nítjan FM-heiti, og á vestanstevnu vunnu tær FM-heitið fimta árið á rað. 

Tær fara tí kanska at taka sjeyára FM-sigursrøðina hjá Havnarbátinum, sum framvegis stendur sum met. 

 

Mesti spenningurin

Nógv er longu avgjørt í FM-kappingini fyri ólavsøkuróðurin í ár. Fyrstu FM-vinnararnir vórðu kosnir longu á vestanstevnu í Sandavági fyri tveimum vikum síðani, og hjá øðrum restar lítið í at ogna sær FM-heitið.

Mest spennandi róðurin í summar hevur verið millum 6-mannafør við monnum. Luttøkan hevur eisini verið mest í hesari kappingini. Spenningurin hevur verið stórur á hvørjari stevnu, og ymiskir bátar hava vunnið. Men nú bara ein róður er eftir, er Hvalurin av Eiði á odda. Tað er ikki komið fyri fyrr, at bátur av Eiði hevur vunnið FM-heitið í kappróðri.

Niðanfyri seta vit upp yvirlit yvir FM-vinnarar seinastu tíggju árini og býtið av FM-heitum samanlagt øll árini í teimum kappingum, sum hava flest ár á baki í FM-kappróðri.

 

5-mannafør kvinnur (FM-vinnarar seinastu 10 árini)

2014 Erla Kongsdóttir

2015 Erla Kongsdóttir

2016 Erla Kongsdóttir

2017 Jallurin

2018 Erla Kongsdóttir

2019 Erla Kongsdóttir

2020 Erla Kongsdóttir

2021 Firvaldur

2022 Tjaldrið

2023 Fípan Fagra

 

Vunnin FM-heiti (1973-2023)

Sílið 13

Erla Kongsdóttir 7

Ørnin 6

Firvaldur 5

Báran 3

Havfrúgvin 3

Blikur 2

Tjaldrið 2

Fípan Fagra 2

Svanur 1

Bylgjan 1

Frúgvin 1

Junkarin 1

Jallurin 1

Drekin 1

Hvassi 1

 

5-mannafør dreingir (FM-vinnarar seinastu 10 árini)

2014 Fípan Fagra

2015 Sílið

2016 Fípan Fagra

2017 Fípan Fagra

2018 Sílið

2019 Royndin Fríða

2020 Heykur

2021 Fípan Fagra

2022 Jallurin

2023 Fípan Fagra

 

Vunnin FM-heiti (1973-2023)

Sílið 10

Blikur 6

Fípan Fagra 5

Svanur 5

Tjaldrið 5

Drekin 5

Junkarin 3

Kollur 3

Jallurin 2

Havfrúgvin 2

Royndin Fríða 2

Firvaldur 1

Ritan 1

Heykur 1

 

6-mannafør menn (FM-vinnarar seinastu 10 árini)

2014 Hvessingur

2015 Tvørábáturin

2016 Smyril

2017 Sundabáturin

2018 Páll Fangi

2019 Hvessingur

2020 Smyril

2021 Sundabáturin

2022 Páll Fangi

2023 Skúgvur

 

Vunnin FM-heiti (1975-2023)

Hvessingur 10

Gongurólvur 6

Sundabáturin 5

Kollfirðingur 4

Smyril 4

Strálan 4

Páll Fangi 3

Hósvíkingur 3

Sølmundur 3

Tvørábáturin 2

Snopprikkur 1

Lómur 1

Jarnbardur 1

Riddarin 1

Skúgvur 1

 

6-mannafør kvinnur (FM-vinnarar seinastu 10 árini)

2015 Jarnbardur

2016 Rádni

2017 Rádni

2018 Sølmundur

2019 Sølmundur

2020 Jarnbardur

2021 Jarnbardur

2022 Jarnbardur

2023 Jarnbardur

2024 Jarnbardur

 

Vunnin FM-heiti (1983-2024)

Jarnbardur 19

Gongurólvur 8

Páll Fangi 6

Sølmundur 3

Rádni 2

Hvessingur 2

Smyril 1

Riddarin 1

 

8-mannafør (FM-vinnarar seinastu 10 árini)

2015 Argjabáturin

2016 Nevið Reyða

2017 Tofta Regin

2018 Argjabáturin

2019 Argjabáturin

2020 Nevið Reyða

2021 Argjabáturin

2022 Knørrur

2023 Nevið Reyða

2024 Tórsbáturin

 

Vunnin FM-heiti (1973-2024)

Argjabáturin 16

Kvívíkingur 7

Ørvur 7

Knørrur 5

Nevið Reyða 5

Oyndri 4

Miðvingur 3

Heiðabáturin 2

Tórsbáturin 1

Gøtu Tróndur 1

Tofta Regin 1

 

10-mannafør (FM-vinnarar seinastu 10 árini)

2014 Drekin Reyði

2015 Klaksvíkingur

2016 Eysturoyingur

2017 Klaksvíkingur

2018 Ormurin Langi

2019 Ormurin Langi

2020 Ormurin Langi

2021 Klaksvíkingur

2022 Klaksvíkingur

2023 Klaksvíkingur

 

Vunnin FM-heiti (1973-2023)

Havnarbáturin 13

Klaksvíkingur 10

Eysturoyingur 9

Vestmenningur 6

Nólsoyingur 6

Skálabáturin 3

Ormurin Langi 3

Vágbingur 1

Drekin Reyði 1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564