Kamala Harris: Ov nógv sivil eru deyð í stríðnum millum Ísrael og Hamas

Kamala Harris: Ov nógv sivil eru deyð í stríðnum millum Ísrael og Hamas
Tað hevur verið spenningur um, hvørja støðu Kamala Harris hevur til stríðið í Gasa, og eftir fundin við Netanyahu gjørdi hon greitt, at hon metir støðuna vera sera álvarsliga
Benjamin Netanyahu, ísraelski forsætisráðharrin, og Kamala Harris, amerikanskur varaforseti og valevni hjá demokratunum, hittast fyrstu ferð
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
26.07.2024 - 09:37

Amerikanski varaforsetin Kamala Harris, sum sannlíkt verður forsetavalevni hjá Demokratunum í heyst, var í gjár á fundi við ísraelska forsætisráðharran Benjamin Netanyahu, sum í hesum døgum er á vitjan í USA.

Tað hevur verið spenningur um, hvørja støðu Kamala Harris hevur til stríðið í Gasa, og eftir fundin við Netanyahu gjørdi hon greitt, at hon metir støðuna vera sera álvarsliga.


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

1687686

 

"Vit kunnu ikki hyggja burtur frá hesum sorgarleikunum, vit kunnu ikki loyva okkum sjálvum ikki at verða ávirkað av hesi líðingini, og eg fari ikki at tiga", segði Kamala Harris og vísti eisini á, at alt ov nógv ósek sivilfólk eru deyð.

Hon segði, at Ísrael sjálvandi hevur rætt til at verja seg sjálvt, men at atlit skulu takast til sivila fólkið í Gasa, og at tað er alneyðugt, at ein friðaravtala kemur í lag millum Ísrael og Hamas.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519