- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV vil hava meiri sólorku á Krossinum
SEV fær knappliga 30 prosent av fótbóltsvøllinum á Krossinum í Sumba aftrat til sólorkupanel.
Bygdaráðið í Sumba hevur samtykt at samráðast við SEV um nýggjan sáttmála um Krossin.
Tann, sum kom í 2019, fer úr gildi í desember.
SEV byrjaði við sólorkuni á Krossinum í 2019.
SEV hevur helvtina av fótbóltsvøllinum, men søkti nú um at fáa allan vøllin.
Kommunan brúkar eisini vøllin
Bygdaráðið avgjørdi at bjóða SEV knappliga 80 prosent av vøllinum, tí kommunan brúkar, ella fer kanska at brúka, ein part av honum sjálv, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri.
Dagrøktin hjá Sumba er á Krossinum.
SEV hevur tó ikki fingið byggiloyvi enn.
Fyrst skulu vera samráðingar um nýggjan sáttmála.
Seinastu sjey dagarnar eigur sólorkan á Krossinum 1,2 prosent av elorkuni í Suðuroynni.